§1 Navn felagsins:
Navn felagsins er:
Arbeiðarafelagið LAGA
§2 Endamál felagsins:
Endamál felagsins er:
At verja sáttmálabundnu rættindi limanna, og annars at veita hjálp í so víðan mun sum gjørligt, tá ið limir heita á felagið.
§3 Skylda limanna:
Skylda limanna er:
- Limur í Leirvíkar Arbeiðarafelag, er tann arbeiðari, ið er fastbúgvandi í Leirvík, og rindar prosentgjald. Tey íð búgva uttanfyri sáttmálaøkið hjá LA, men arbeiða í Leirvík, skulu verað limir í LA. Eisini skal rindast prosentgjald til Meginfelagið FA. Allir limir sum eru í arbeiðið, fáa limakort sendandi. Limir sum eru pensioneraðir hava frámhaldandi limaskap í felagnum so longi hugur og orka er.
- At gjalda prosentgjald av ALS-stuðlinum til L.A.
- Um arbeiðari, ið arbeiðir innanfyri felagsins øki, er limur í øðrum arbeiðarafelag, skal viðkomandi gjalda ásetta prosent-gjald til Leirvíkar Arbeiðarafelag, og eigur hettar at verða eftirhildið av arbeiðsgevarunum. Limur hjá L.A.eigur ikki at arbeiða saman við ósamskipaðum fólki, og eigur álitismaðurin á staðnum at gera vart við hettar og fáa tað í rættlag.
- At stuðla nevndini í teimum tiltøkum, hon skipar fyri.
- Øki felagsins er innanfyri kommunumark í Eysturkommunu og annars annað arbeiði, ið hevur útgangsstøði í Leirvík.
§4 Skylda nevndarinnar mótvegis limunum:
Skyldan hjá nevndini er :
- At verja sáttmálabundnu rættindini hjá limunum:
- At hjálpa arbeiðsfólki til, at seta álitismann har minst 5 fólk arbeiða, at senda álitisfólkið á skeið tá álitismannaskeið verða hildin. Og at syrgja fyri at álitisfólkið verður væl upplýst um innihaldið í álitismannasáttmálanum og á tann hátt styrkja álitisfólkið.
- At vegleiða fólkið, um ivamál á arbeiðsplássum taka seg upp í samband við sáttmálan.
- At seta ein bókhaldara.
- At skipa fyri ársaðalfundi, áðrenn ársaðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag.
- At Leirvíkar Arbeiðarafelag røkir sínar skyldir mótvegis Føroya Arbeiðarafelag
- Ongantíð at liggja inni við tøkum peningi ella virðispappírum hjá felagnum.
- At bera so í bandi, at peningur felagsins bert verður nýttur til felagsarbeiði og arbeiðspláss í Leirvíkar kommunu. Og í hesum sambandi, at heita á arbeiðsgevarar í Leirvík um, at so vítt gjørligt lata tað verða borgarar í Leirvíkar kommunu, ið arbeiða hjá teimum.
- At kalla til eykaaðalfundar tá støða skal takast til, um Leirvíkar Arbeiðarafelag skal seta pening í arbeiðspláss, og tá ið felagið skal nýta omanfyri 50.000 kr í einum. Eykaaðalfundurin tekur avgerð við vanligum meiriluta.
- At skipa soleiðis fyri, at upphæddir omanfyri 3.000 kr. ikki kunnu flytast av konto hjá felagnum, uttan at formaður og skrivarin hava skriva undir.
- At nevndarfundur verður hildin ,tá ið formaður ella næstformaður og skrivari ynskja tað . Formaðurin leiðir fundin og letur hini fáa orðið um tey ynskja tað . Nevndin er ikki viðtøkufør , um ikki øll eru møtt . Eykaaðalfundur kann verða hildin , tá nevndin heldur tað verða neyðugt , ella tá 20 limir við skriftligari grundgeving biðja um fund.
- Nevndin eigur at verða soleiðis skipa, at allir nevndarlimir hava fingið felagsuppgávur.
- Minst 10 limir skulu verða møttir á aðalfundi fyri at fundurin kann verða viðtøkuførður.
§5 Skylda skrivarans:
Skylda skrivarans er:
- At føra fundarbók við undirskrift frá teimum nevndarlimum, sum eru møttir á fundi.
- At føra fundarbók á limafundi og skriva lønarlistar (tá nevndarfundir o.l. hava verið).
§6 Skyld grannskoðarans:
Skylda grannskoðarans er:
At grannskoða roknskap felagsins, og at gera tað áðrenn ársaðalfundin. Grannskoðarin hevur altíð rætt til at fáa allar upplýsingar viðvíkjandi roknskapinum.
§7 Skylda formansins:
Skylda formansins er:
- At røkja samskiftið við Føroya Arbeiðarafelag.
- At kalla nevndina til fundar, tá hann heldur tað vera neyðugt.
- Til eina og hvørja tíð at taka sítt starv í fullum álvara og stuðla sínum limum , tá ið á stendur.
§8 Ársaðalfundurin:
- Àrsaðalfundurin skal lýsast 3 vikur frammanundan og eykaaðalfundurin eina viku frammanundan. Fyri at fundirnir kunnu verða viðtøkuførðir, skulu 10 limir møta.
- Aðalfundurin velur fundarstjóra og fundarskrivara.
- Fundarskrá:
- a) Frágreiðing formansins um virkið felagsins í farna ári.
- b) Framløga av grannskoðaum roknskapi fyri felagið.
- c) Ásetan av løn til formannin
- d) Ásetan av fundarløn til nevndarlimirnar
- e) Ásetan av limagjaldi og prosentgjaldi
- f) Innkomin mál
- g) Val av formanni
- h) Val av nevndarlimum samb. Grein 8 stk. 4
- i) Val av grannskoðara
- j) Orðaskifti
- Val av nevnd: Nevndin er mannað við 5 limum. Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár ísenn. Tveir eykanevndarlimir verða valdir á hvørjum ári. Nevndin, við valda formanni, skipar seg sjálv. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir. Valið fer soleiðis fram at minst fýra uppskot til valevnir eru á listanum , helst fimm. Tey tvey , sum fáa flest atkvøður koma í nevndina , tey tvey næstu vera tiltakslimir.
- Sitandi nevnd hevur ikki atkvøðurætt tá val av nevndarlimum fara fram. Øll val fara skrivliga fram, um fundarfólkið ikki frammanundan hevur avgjørt at nýta annan hátt at fremja valið.
- Atkvøtt verður um støddina á formanslønini á hvørjum ári, og um fundarpening til nevndarlimirnar.
- Persónur, ið ikki er á ársaðalfundi, kann verða valdur í nevndina, um hann av átrokandi orsøkum er burturstaddur og hevur váttað skrivliga, at hann tekur við vali.
- Fer formaður frá mitt í formansskeiði sínum, tekur næstformaðurin við starvi hansara skeiði út.
- Atkvøðu- og talurætt hava einans limir í Leirvíkar Arbeiðarafelag.
§9 Reglur annars:
Reglur annars eru:
- Uppskot til ársaðalfundin, skulu vera nevndarformanninum í hendi, í seinasta lagi eina viku undan fundinum. Uppskot til eykaaðalfund, skal vera nevndini í hendi 2 dagar undan fundinum. Um so er, at innkomin uppskot verða so avskeplað undir viðgerðini, at tey als ikki líkjast upprunaliga uppskotinum, eigur fundurin at seta eina nevnd, sum skal viðgera uppskotið, og síðani leggja tað fyri á eykaaðalfundi.
- Uppskot um broytingar í lógum felagsins, kunnu einans verða samtykt, av ársaðalfundi við vanligum meiriluta av fundarfólkinum.
- Ársaðalfundurin hevur rætt til at broyta prosentgjaldið.
- Fundarstjórin eigur at virka fyri, at rúsevnisávirkað fólk ikki fáa talurætt á fundinum.
- Limafundur kann verða lýstur til eina og hvørja tíð.
- Felagið kann ikki verða avtikið, um 20 limir ella fleiri við atkvøðurætti ynskja at tað skal halda fram. Felagsins ognir kunnu ikki verða býttar út ímillum limirnar.
- Verður felagið avtikið, skal allur tøkur peningur hjá felagnum verða standandi inni í peningastovni. Hann kann fyrstu trý árini bert takast út av einum fakfelag við líknandi lógum sum teimum ið eru galdandi fyri Leirvíkar Arbeiðarafelag, og skal hettar felag hava minst 70 limir og hava verið eitt virki felag í minst eitt ár.
- Um so er, at eingin innan trý ár hevur lagt nakað lógligt krav mótvegis ognum felagsins, verða ognir felagsins latnar Leirvíkar kommunu, og skulu tær verða nýttar til social endamál.
- Limafundur skal fáast í lag um so er, at 20 limir ella fleiri við undirskrift krevja tað, tá áliggur tað nevndini at fáa hettar í lag.
- Um ein meiriluti av nevndini er ónøgdur við framferðarhátt formansins, kann hesin kalla inn til nevndarfund og har geva formanninum boð um ónøgd sína, og eigur hann at taka hettar til eftirtektar.
- Aðalfundurin ásetur prosentgjaldið (limagjaldið).